UPPTØKUREGLUR

UPPTØKUREGLUR

til dagstovnar í Fuglafjarðar kommunu

 

  • 1
    Dagstovnarnir í Fuglafjarðar kommunu hava dagstovnapláss til børn í aldrinum 10 mánaðir til og við 2. flokk.
  • 2
    Barnið, og í minsta lagi annað av foreldrunum, skulu verða skrásett í kommununi fyri at fáa dagstovnapláss.
  • 3
    Foreldur, ið hava í hyggju at flyta til Fuglafjarðar kommunu, kunnu skriva barnið á upptøkulista 6 mánaðir áðrenn flutt verður til kommununa. Ættleidd børn kunnu verða skriva á upptøkulista tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst barn.
  • 4
    Kommunan kann í serligum førum gera undantak frá § 1 og 2, har Barnaverndartænastan hevur givið tilmæli.
  • 5
    Søkt verður um dagstovnapláss á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu Umsókn um dagstovnapláss- Fuglafjarðar kommuna (fuglafjordur.fo). Øll, sum søkja dagstovnapláss, skulu hava skrivligt svar frá kommununi, um móttøku av umsóknini. Í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn ynskta upptøku, fáa foreldrini nærri kunning frá Sosialu deild.
  • 6
    Tá ið pláss er tøkt, skal fyrsta barni á upptøkulistanum hava tilboð um pláss. Upptøkulistin er stýrdur út frá:
  1. Nær foreldrini hava sent umsóknina um dagstovnapláss og
  2. Nær foreldrini ynskja upptøku
  3. Um barnið hevur systkin sum hevur pláss á einum av dagstovnunum.Tó kann aldurs- og kynsbýtið verða tillagað skipanini/stovninum. Kommunan hevur ikki loyvi til at sýta einum barni frá upptøkulistanum pláss.
  • 7
    Um foreldur fáa tilboð um pláss, svarandi til tað tey hava søkt, og tey takka nei, verður barnið tikið av upptøkulistanum.

    Um foreldur fáa tilboð um pláss á einum stovni, sum ikki var teirra fyrsta raðfesting, hava tey møguleika at takka nei og útseta upptøku eina ferð uttan at barnið verður tikið av upptøkulistanum.

  • 9
    Børn við serligum avbjóðingum kunnu koma framum á upptøkulistanum í teimum førum, har viðkomandi myndugleiki hevur givið eina nágreiniliga lýsing at støðuni hjá barninum.
  • 10
    Foreldur kunnu søkja um, at barnið fær farloyvi frá dagstovnaplássinum í upp til 1 ár í senn, við trygd fyri, at barnið fær dagstovnapláss aftur í kommununi, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá dagstovnaplássinum í minsta lagi 6 mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá hesi reglu.
  • 11
    Tá barnið gevst á dagstovninum, skal skrivlig uppsøgn gevast til dagstovnin. Uppsagnarfreistin er ein mánaði frá tí fyrsta í tí mánaðinum aftaná at uppsøgnin er latin inn.
  • 12
    Umsóknarblað um frípláss fæst á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu, www.fuglafjordur.fo
  • 13
    Foreldur kunnu kæra avgerðir um upptøku til Sosialu nevnd í Fuglafjarðar kommunu

 

Fuglafjørður tann 27/04 2023