27.10.2022

UNGDÓMSUMBOÐSVAL Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNI

Nú skulu ungdómsumboðini veljast fyri aðru ferð. Tað er Ungdómstilboðið, ið stendur fyri valinum, sum verður hildið í samstarv við Fuglafjarðar skúla.

EITT SINDUR UM UNGDÓMSUMBOÐINI

  • Umboða ungdómin í kommununi
  • Eru ráðgevar hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum
  • Hava fund 1 ferð um mánaðin
  • Møtast í býráðssalinum
  • Kunnu altíð seta ungdómsmál á skrá
  • Eru við í t.d. framløgum og fjølmiðlum, um tey hava hug
  • Sita í 1 ár
  • Verða lønt fyri sítt arbeiði
  • Eitt umboð er fyri hvønn flokk, altso ein úr 7., ein úr 8., ein úr 9., ein úr eNám

STILLA UPP
Bert tit sum búgva í Fuglafjarðar kommunu, kunnu stilla upp sum ungdómsumboð
Stilla upp við at senda Duritu boð á durita@fuglafjordur.fo ella á 238009 ella DM á @fuglarnir_ung á Insta

Freistin at stilla upp er 10/11/2022

ATKVØÐ
Øll tit sum ganga í Fuglafjarðar skúla, kunnu atkvøða uppá eitt ungdómsumboð
Atkvøð á valdegnum, tá ið Durita verður í Miðhøll, í Fuglafjarðar skúla í fríkorterinum

Valdagurin er 17/11/2022

 

Eftir freistina 10/11/2022, kunngerða vit hvør stillar upp og hvønn tit kunnu atkvøða uppá 17/11/2022.

Fylg við á @fuglarnir_ung á Instagram.