Nú skulu ungdómsumboðini veljast fyri aðru ferð. Tað er Ungdómstilboðið, ið stendur fyri valinum, sum verður hildið í samstarv við Fuglafjarðar skúla.
EITT SINDUR UM UNGDÓMSUMBOÐINI
- Umboða ungdómin í kommununi
- Eru ráðgevar hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum
- Hava fund 1 ferð um mánaðin
- Møtast í býráðssalinum
- Kunnu altíð seta ungdómsmál á skrá
- Eru við í t.d. framløgum og fjølmiðlum, um tey hava hug
- Sita í 1 ár
- Verða lønt fyri sítt arbeiði
- Eitt umboð er fyri hvønn flokk, altso ein úr 7., ein úr 8., ein úr 9., ein úr eNám
STILLA UPP
Bert tit sum búgva í Fuglafjarðar kommunu, kunnu stilla upp sum ungdómsumboð
Stilla upp við at senda Duritu boð á durita@fuglafjordur.fo ella á 238009 ella DM á @fuglarnir_ung á Insta
Freistin at stilla upp er 10/11/2022
ATKVØÐ
Øll tit sum ganga í Fuglafjarðar skúla, kunnu atkvøða uppá eitt ungdómsumboð
Atkvøð á valdegnum, tá ið Durita verður í Miðhøll, í Fuglafjarðar skúla í fríkorterinum
Valdagurin er 17/11/2022
Eftir freistina 10/11/2022, kunngerða vit hvør stillar upp og hvønn tit kunnu atkvøða uppá 17/11/2022.
Fylg við á @fuglarnir_ung á Instagram.