27.06.2022

Ung í arbeiðið eru farin til verka

Hevur tú verið ein túr vesturi í innandal seinastu tíðina, hevur tú nokk lagt merkið til, at veturin og tíðarinar tonn hevur tikið hart uppá gøturnar, og at tær treingja til ábøtur. Frá í dag og 14 dagar fram  eru Ung í arbeiðið farin til verka. Tey fara at viðlíkahalda og fríðka um gøturnar, gera benkur og mála brýr.
Verð tí varðin, um tú ætlar tær at fara ein túr har í økinum meðan arbeiðið er í gongd.