02.06.2026

Ung í arbeiði 2026

    HEVUR TÚ HUG OG HEGNI AT ARBEIÐA Í SUMMAR? JA, SO ER AT MELDA TEG TIL UNG Í ARBEIÐI!

    Aftur í ár, fara vit at bróta upp um ermar, og rokast við arbeiði, sum Fuglafjarðar Kommuna setur á skrá. Tað kunnu vera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, hjálpa til við at gera smáar gøtur og annað.
    Tit verða sett eftir vanligum setanartreytum, og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

    FYRI AT LUTTAKA Í UNG Í ARBEIÐI 2026, SKALT TÚ LÚKA FYLGJANDI TREYTIR:

    1. Tú er í árganginum 8. ella 9. flokkur
    2. Tú ert búsitandi í Fuglafjarðar Kommunu
    3. Tú kanst arbeiða í vikunum 27 og 28. Tað er frá og við 29. juni til og við 10. juli
    3. Freistin fyri tilmelding er 21. juni

    Navn : *

    Adresse : *

    Føðingardagur. *

    Teldupost *

    Telefon nr *

    P-tal. *

    Lønarkontonummar . *

    Eftirlønarkontonummar. *

    Onnur viðmerking