20.05.2025

Ung í arbeiði 2025

    HEVUR TÚ HUG OG HEGNI AT ARBEIÐA Í SUMMAR? JA, SO ER AT MELDA TEG TIL UNG Í ARBEIÐI!

    Aftur í ár, fara vit at bróta upp um ermar, og rokast við arbeiði, sum Fuglafjarðar Kommuna setur á skrá. Tað kunnu vera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, hjálpa til við at gera smáar gøtur og annað.
    Tit verða sett eftir vanligum setanartreytum, og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
    Pláss er fyri 20 ungum í ár. Lutakast verður 10. juni, um fleiri enn 20 melda seg til.

    FYRI AT LUTTAKA Í UNG Í ARBEIÐI 2025, SKALT TÚ LÚKA FYLGJANDI TREYTIR:

    1. Tú er í árganginum 8. ella 9. flokkur
    2. Tú ert búsitandi í Fuglafjarðar Kommunu
    3. Tú kanst arbeiða í vikunum 26 og 27. Tað er frá og við 23. juni til og við 4. juli
    3. Freistin fyri tilmelding er 9. juni

    Navn : *

    Adresse : *

    Føðingardagur. *

    Teldupost *

    Telefon nr *

    P-tal. *

    Lønarkontonummar . *

    Eftirlønarkontonummar. *

    Onnur viðmerking