HEVUR TÚ HUG OG HEGNI AT ARBEIÐA Í SUMMAR? JA, SO ER AT MELDA TEG TIL UNG Í ARBEIÐI!
Aftur í ár, fara vit at bróta upp um ermar, og rokast við arbeiði, sum Fuglafjarðar Kommuna setur á skrá. Tað kunnu vera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, hjálpa til við at gera smáar gøtur og annað.
Tit verða sett eftir vanligum setanartreytum, og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
|