16.04.2021

UNG Í ARBEIÐI 2021

Hey tit ungu næmingar í Fuglafjarðar skúla sum búgva í Fuglafjarðar kommunu.

Fuglafjarðar Kommuna fer aftur í summar at skipa fyri “ Ung í arbeiði”

Hevur tú gingið í 8. ella 9. flokki í ár og kanst tú gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, hjálpa til við at gera smáar gøtur úti í nátturuni og annað, so kanst tú melda teg til ung í arbeiði.

Í summar verður arbeitt í tvær vikur og arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.

Tit verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tíðarskeiðið arbeitt verður í er: Frá mánadegi 21. juni til og við fríggjadagin 02. juli 2021.

Seinasta freist at søkja er 01. juni 2021.

Tilmelding: Verður við at tekna seg til, á leinkjuni HER.