Fuglafjarðar Kommuna fer aftur í summar at skipa fyri “Ung í arbeiði”
Ynskir tú at fríðka um kommununa og vinna nakrar krónur?
Hevur tú gingið í 8. ella 9. flokki í ár og kanst tú gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, gera gøtur og annað.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis í tvær vikur í part. Hetta svarar til 80 tímar.
Arbeitt verður átta tímar um dagin frá klokkan 8 til klokkan 16.
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Seinasta freist at søkja er 5. juni 2020 kl. 24.00
Tíðarskeiðini eru:
Tíðarskeið 1: frá 22.06 til 03.07.
Tíðarskeið 2: frá 06.07 til 17.07
Tilmelding niðanfyri:
Fuglafjarðar kommuna