Fuglafjarðar Kommuna fer aftur í summar at skipa fyri “ Ung í arbeiði”
Ynskir tú at fríðka um kommununa og vinna nakrar krónur?
Ert tú millum 14-16 ár, kanst tú gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, gera gøtur og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hetta svarar til 80 tímar.
Aldursmark: Umsøkjarin má vera vorðin 14 ár, áðrenn 25. juni, men má ikki fylla 17 ár 20. juli.
Arbeitt verður átta tímar um dagin frá klokkan 8 til klokkan 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Tað er ein treyt, at umsøkjarar skullu arbeiða tað tíðarskeið teimum verður tillutað, soleiðis at skilja, at tað ikki verður góðtikið, at umsøkjari verður burturstaddur, fer at ferðast el.l. í tíðarskeiðinum.
Tilmeldingin niðanfyri.
Seinasta freist er 01. juni 2018 kl. 24.00
Tíðarskeiðini eru:
tíðarskeið 1: frá 25.06 til 06.07
tíðarskeið 2: frá 09.07 til 20.07
Fuglafjørður, tann 18. mai 2018
Fuglafjarðar kommuna
Tekniska deild