15.11.2023

Umhvørvi, skúli og undirstøðukervi í fokus í Fuglafjarðar kommunu

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð viðgjørd og einmælt samtykt á býráðsfundi tann 13.november.

Skattastigið fyri 2024 er ásett óbroytt 21,25­­% og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 7.500 upp í kr. 8.000 fyri hvørt barnið.

Umframt hækkandi barnafrádráttin verður hildið fast um lutfalsliga lágu ansingargjøldini og lagaligu avsláttarskipanina fyri børn hjá tilflytarum og systkin í ansing. Borgarstjórin, Dávur Juul sigur, at hann ”fegnast um, at tað er gjørligt at hækka barnafrádráttin, nú aðrar príshækkingar tyngja húsarhaldið hjá barnafamiljum”.

Íløgur verða gjørdar fyri yvir 30 mió kr. og eru tær eyðmerktar til flestu økir sum kommunan varðar av. Tær størstu einstøku íløgurnar eru at gera nýtt umhvørvisøki, ið avloysir verandi økið á Klovningi, at uppstiga spillvatnleiðingar og veganet, eins og at byrja endurnýggjanina av 64 skúlanum.

Fíggjarætlanin javnvigar við 146 mió. kr. og rakstrarútreiðslurnar økjast áleið 5%. Tá er íroknað sáttmálabundnar lønarhækkanir og lønarlyft.

Av øðrum íløgum, ið standa fyri framman, kunnu nevnast nýggjur løggildur køkur til Vesturstovu, og lendiskeyp til útstykkjan. Eisini eru aðrar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, og verður øll fíggjarætlanin løgd út eftir 2. viðgerð.