Onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð viðgjørd og einmælt samtykt á býráðsfundi tann 29.november 2023.
Skattastigið fyri 2024 er ásett at vera óbroytt 21,25% meðan barnafrádrátturin hækkar úr kr. 7.500 upp í kr. 8.000 fyri hvørt barnið.
Umframt hækkandi barnafrádráttin verður hildið fast um lutfalsliga lágu ansingargjøldini og lagaligu avsláttarskipanina fyri børn hjá tilflytarum og systkin í ansing. Borgarstjórin, Dávur Juul sigur, at hann ”fegnast um, at tað er gjørligt at hækka barnafrádráttin, nú aðrar príshækkingar tyngja húsarhaldið hjá barnafamiljum”.
Íløgur verða gjørdar fyri yvir 34 mió kr. og eru tær eyðmerktar til flestu økir sum kommunan varðar av. Tær størstu einstøku íløgurnar eru, at gera nýtt nútíðar umhvørvisøki á Vinnuøkinum, at uppstiga spillvatnleiðingar og veganetið – herímillum at framtíðartryggja brúnna um Skarðsá, eins og at byrja endurnýggjanina av 64 skúlanum. ”Tað hevur stóran týdning fyri eina kommunu sum okkara, at vit gera íløgur nær borgaranum, tað verið seg skúli, vegir og kloakkir. Borgarin má trívast og børnini hava góðar karmar”sigur Dávur Juul, borgarstjóri.
Av øðrum íløgum, ið standa fyri framman, kunnu nevnast nýggjur løggildur køkur til Vesturstovu, og lendiskeyp til útstykkjan. Somuleiðis verður fari undir einari skipaðari endurnýggjan av útgerðini hjá sløkkiliðnum og eru knappar 2 mió. Kr. settar av til nyggjan sløkkiliðsbil.
Eisini eru aðrar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, og verður øll fíggjarætlanin tøk fyrsta dagin.
Fíggjarætlanin javnvigar við 158 mió. kr. og rakstrarútreiðslurnar økjast áleið 5%. Tá er íroknað sáttmálabundnar lønarhækkanir og lønarlyft. Skattainntøkurnar hjá Fuglafjarðar kommunu væntast at gerast 76,8 mió.kr. Vegna stórar íløgur undanfarnu árini, í barnaskúlin, ítróttarhús og útbyggjan av Vesturstovu, o.a. hevur Fuglafjarðar kommuna undanfarin ár veri sperd fíggjarliga, men við tveimun góðum árum, er skuldin komin nakað niður um eina álíkning rokna eftir gamla skuldarloftinum Við nýggja broytta skuldarloftinum, kemur skuldin við ársbyrjan 2024 at liggja um 60% av einari álíkning.
Høvðus inntøku tølini byggja á meting frá landinum, uttan partafelagsskatturin, sum er meting hjá Fuglafjarðar kommunu:
- A+B skattur 76.8 mill
- Skattur av kapital og eftirlønum 17.8 mill
- Skattur av DIS og FAS 3,2 mill
- Partafelagsskattur 15 mill
Útreiðslur:
- Netto rakstur 83 mill
- Netto íløgur 31 mill
- Avdráttir lán 6,2 mill