Um farið verður úr Kirkjuni

Vegleiðing í samband við andlát og jarðarferðir úr Kirkjuni
Sangarar:
Hesum tekur Asbjørn Berthelsen sær av, tlf. 235258
Bønarhald:
Tá kistan fer úr heiminum, ellisheiminum ella av sjúkrahúsinum og í kikjuna, verður ofta hildið eitt stutt bønarhald í báðum støðum.
Kirkjutænari tekur ímóti, tá kistan kemur í kirkjuna, er ynski um annan persón at hava bønarhaldið, avgerða avvarðandi hetta sjálvi. Oftast verða 2 sálmar sungnir hesa løtuna.
Ervið:
Tit eru hjartaliga vælkomin at hava ervið í kirkjukjallaranum. Avvarðandi skulu tá:
- seta seg í samband við Onnu Petersen tlf. 444353 ella 588194. Hon tekur sær av køkinum í kirkjukjallaranum.
- Ynskja tit suppu, syrgja tær fyri innkeypinum og gera suppuna. Avvarðandi gjalda tilfarið.
- Avvarðandi dekka borðini og hava tað við, sum skal vera afturvið einum drekkamunni.
- Avvarðandi biðja sjálvi fólk at servera, umframt eitt fólk at hjálpa til við uppvaskinum. Um tit ynskja hjálp við hesum, ber til at ringja til Áshild Kristiansen tlf 444621 ella 580025
Aftaná ervið verður kjallarin ruddaður, borðini vaskaði, gólvið feiða og ruskið burturbeint. Hesum hjálpa tey sum servera til við.
Hava tit tørv á aðrari hjálp ella ráðgeving, tosi við Onnu.
Tað er ókeypis at læna kirkjukjallaran til ervið, men møguleiki er at lata eina gávu til kirkjuna, kirkjan lønar teimum ið starvasti køkinum.
Peningagávan kann latast á konto í Bank Nordik 6460 - 7977087
Tær kærastu heilsur Prestur og kirkjuráðið