06.04.2018

Tvey frímerkir útgivin í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna er 100 ár

Móttøka í Mentanarhúsinum mánadagin 23. apríl kl. 15.00 – 17.00

 Í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna verður 100 ár sum sjálvstøðug kommuna í ár, útgevur Posta tvey frímerki við forvitnisligum myndevnum úr Fuglafirði. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku.

Svanbjørg Manai leiðari á Frímerkjadeildini hjá Posta bjóðar vælkomin. Suffía Nón, ið hevur sniðgivið frímerkini og sum stendur aftanfyri ”Fjord” www.fjord.fo, verður til staðar. Steffen Stummann Hansen fornfrøðingur og Kristina Gry Berg frá kunningar-stovuni greiða stutt frá søgunum aftanfyri frímerkini. Til ber til at ogna sær frímerkini hendan dagin. Góðbitar og okkurt at leska sær við frá Muntra verður at fáa og næmingar úr sangleikabreytini hjá Fuglafjarðar skúla framføra nøkur løg frá Tarzan-leikinum.

Tiltakið er ókeypis

Bæði børn og vaksin eru hjartaliga vælkomin!

les um frímerkini her

Posta og Fuglafjarðar Kommuna