20.02.2016

Í kvøld fekk Alexandur Kristiansen handað

Í kvøld fekk Alexandur Kristiansen handað Sømdargávu Landsins á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum. ”Í skjótt 50 ár hevur hann ríkað okkum føroyingar við síni skriving” segði Lanstýriskvinnan í Mentamálum.

Fuglafjarðar Kommuna ynskir Alexanduri Kristiansen hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum og takka somuleiðis fyri, at tú áhaldandi ríkar okkum við tínum listarligu avrikum.

Við tíni eyðkendu rødd og tóna leiðir tú okkum ímillum húsini har dreymar finnast. Tíðum út í heim, inn í huga listamansins ella út í tún, har tankar kveikjast. Tínar lýsingar geva okkum intensar myndir, fagrar litir, eru málsliga ríkandi, onkuntíð skálkaligar, tó altíð sinniligar.

Stóra tøkk og hjartaliga tillukku Alexandur Kristiansen.