13.12.2016

Tíðindi frá Nánd Heimatænastuni

Nýmótans vesi til fólk við røktartørvi
Sambýlið Vesturstova í Fuglafirði hevur fingið tvey nýmótans vesi, ið væntandi fara at lætta um gerandisdagin hjá bæði húsfólkum og starvsfólkum.

Tað eru longu 18 ár síðani, at Fuglafjarðar kommuna, sum ein av undangongukommununum, lat upp eitt sambýli fyri eldri fólk. Sambýlið var ætlað eldri fólkum, ið høvdu tørv á eini stuðlandi hond í gerandisdegnum. Tá vóru fleiri av kømrunum hjúnakømur, og tí var ikki vesi til hvørt kamar.

Í dag røkja sambýlini hjá Nánd ein tyngri tørv enn fyri 18 árum síðani. Flestu kømur eru í dag til støk fólk, og tí hevur Nánd havt ynski um, at nýmótansgera vesiumstøðurnar soleiðis, at hvørt húsfólk hevur sítt egna vesi.

Fuglafjarðar kommuna hevur nú umvælt ein part av sambýlinum, so húsfólk fáa egið nýmótans vesi, ið stuðlar undir meira sjálvbjargni. Talan er nevniliga um tøkniliga vesikummu, ið hevur innbygdan brúsu- og turkimøguleika. Og um arbeiðsligt vask, ið kann flytast t.d. fram til vesikummuna.

Nánd fegnast um, at Fuglafjarðar kommuna sýnir framskygni og tekur nýmótans tól inn í gerandisdagin á sambýlinum.