27.03.2019

Tíðindaskriv

Fuglafjarðar kommuna og Heildarverk hava ídag undirskrivað arbeiðstakarasáttmála/ høvuðsarbeiðstøku í sambandi við bygging av nýggjum ítróttarhúsi vestan fyri leikvøllin í Fløtugerði.

Tíðarætlan fyri byggingina er sett til 01. apríl 2020. Talan er sum omanfyri nevnt um bygging av nýggjum ítróttarhúsi í trimum hæddum, sum skal verða innilokað, og niðasta hæddin innrættað, so henda kemur at lúka krøvunum í sambandi við heimadystir hjá Ítróttarfelag Fuglafjarðar frá kappingaráinum 2020 at rokna. Talan er um eina samlaða verkætlan fyri 1 og 2. byggistig upp á tilsamans kr. 20,6 mió íroknað kommununar part av meirvirðisgjaldi. Aftrat hesum kemur so innrættingin av báðum teimum ovastu hæddunum.  Undirskrivaði arbeiðstakarasáttmálin við Heildarverk er upp á kr. 13.939.734,00 + okkara part av meirvirðisgjaldinum 6,25% kr. 871.233,38 ella tilsamans kr. 14.810.967,38.