24.03.2022

Tíðindaskriv um Earth Hour

Earth Hour tónleikatiltak í Fuglafirði

Eins og undanfarin ár skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygardagin 26. mars kl. 20.30, sum WWF leggur upp til verður gjørt um allan heim. Earth Hour er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á hart trýsta náttúru-margfeldni, umhvørvis-trupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkomin av ovurnýtslu. Tí verða øll óneyðug ljós sløkt stórt sæð um allan heim, allastaðnis í tímanum millum kl. 20.30 og 21.30, eisini í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum.

Seinastu 6 árini hava tónleikatiltøk verið á skránni, oftast í kirkjuni í Fuglafirði, men eisini í Ribarhúsi, og í 2020, tá eingin mátti samlast, floymdu horntónar út yvir allan Fuglafjørð úr Mentanarhúsinum. Eitt heilt serligt huglag hevur verið yvir hesum tiltøkum, har ymiskir tónleikarar hava  fingið hugin at sveima í myrkrinum.

Í ár verður aftur eitt Earth Hour tiltak í Fuglafjarðar kirkju leygarkvøldið kl. 20.30, har Borgfríð Fonsdal Johannesen og Beinta Ingeborg Greve syngja og Julia Fonsdal Højgaard spælir klaver, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan varar í áleið 1/2 tíma. Fólk vera biðin um at ansa sær, meðan tey ganga ella koyra til og frá kirkju, tí úti er bølamyrkt.

Í ár hevur Reyði Krossur Føroyar eina stuðulskonsert fyri Ukraina í sjónvarpinum sunnudagin eftir Earth Hour. Tí stendur ein bússa frammi í kirkjuni, so fólk kunnu lata 'streymleysan' stuðul til Ukraina. Innkomni peningurin fer óskerdur til Reyða Kross.

Ætlandi vera einastu ljósini á havnalagnum tvær siloir, sum verða upplýstar við gulum og bláum, í samkenslu við og til minnis um stríðið hjá ukrainum.

Earth Hour er tímin, tá einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta umhvørvið í miðdepilin. Fleiri kommunur í Føroyum gera eisini tað, og hetta hevur við sær, at stjørnuhavið og norðlýsið síggjast væl, um himmalin annars er klárur. So sløkk ljósið og birt vón, saman ella hvør sær!