08.02.2022

Tíðindaskriv – Nýggi barnaskúlin tikin í nýtslu

Tað var ein stórur og søguligur dagur í Fuglafirði í gjár, mánadagin 7. februar, tá nýggi barnaskúlin varð tikin í nýtslu, og næmingar og lærarar fingu nýggj og snotilig høli at húsast í.

Tað var annars í 2016, at Fuglafjarðar býráð samtykti at lata byggja nýggjan barnaskúla við heitinum “Meira enn ein skúli”. Bygginevnd varð sett og eisini byggileiðsla at stýra arbeiðinum. Spakin varð settur í jørðina í mars mánaða 2017.

Tað eru MAP arkitektar, ið hevur verið høvuðsráðgevi og feløgini SMJ og LBF hava verið undirráðgevarar.  Teir, ið hava staðið fyri arbeiðinum eru Heildarverk, MT Højgaard, Elcon og Victor á Lakjuni.

Við hesum stóra bygningsverki, ið stendur á neyvt sama staði, har gamli barnaskúlin frá 1936 stóð, hava vit umframt vanligar skúlastovur, ið hýsa øllum barnaskúlanum, fingið nýggj og góð hølir til umsitingina, nýggja lærarastovu, og lærararnir hava fingið serstøk fyrireikingarhølir. Á skúlanum eru nú eisini góðar umstøður til serøkið bæði við stovum og bólkarúmum.

Skúlabókasavnið hevur fingið stóra rúmd í nýggja skúlanum, og tað sama kann sigast um ítróttina. Stór og rúmlig ítróttarhøll er bygd, ið eisini lýkur øll krøv til flogbólt. Lærugreinin heimkunnleiki hevur fingið sera góðar umstøður, eins og tónleikur eisini hevur fingið  - bæði við tónleikastovu og smærri venjingarhølum og upptøkuhøli. Leiklist hevur eisini fingið egið høli, ið liggjur beint við stóru og flottu miðhøllina, ið númar øllum næmingum skúlans. Hetta verður ivaleyst hjartað  í skúlanum, sum kemur at vera miðdepilin bæði til spæl, felagsskap og framførslur.

Nýggj tannlæknastova er eisini við í verkætlanini, og hon verður væntandi tikin í nýtslu fyri summarferiuna.

Ætlanin er, at nýggi barnaskúlin verður vígdur tann 2. apríl í ár.  Tá fær almenningurin høvi at síggja skúlan, og hátíðarhald verður fyriskipað. Nærri kunning um hetta seinni.

Fuglafjarðar kommuna