10.06.2026

Tíðindaskriv – Ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2025 góðkendur

Á almennum býráðsfundi tann 28.05.2026 varð ársroknskapurin hjá Fuglafjaraðar kommunu fyri 2025 góðkendur.

Úrslitið eftir rakstur var eitt avlop uppá 25,5 mill

Samlaðu nettoíløgurnar í 2025 vóru 39,6 mió. kr. Í fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 46 mió. kr. Íløgurnar í 2025 vóru sostatt 6,4 mió. kr. minni enn játtað. Hettar grunda á, at nakrar verkætlanir fóru yvir um ár.

Úrslitið eftir rakstur og íløgur (RLÚ) var -13,9 mill.

Hækkingin í inntøkum stavar eina mest frá A-, B skatti.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2025 vóru 96 mió. kr. og harvið 3,6 mió.kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini. Meirnýtslan stavar frá fleiri økjum, millum annað størri tørvi á eldraøkinum og nakað lægri nettoinntøku á Fuglafjarðar havn.

Gjaldførisúrslitið (RLÚ) gjørdist -13,9 mió. kr., mótvegis 4 mió. kr. í 2024.

Í fíggjarætlanini varð roknað við einum gjaldførishalli uppá -23,8 mió. kr.

Gjaldførisúrslitið gjørdist sostatt 10,9 mió.kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstur og íløgur á øki 2, Almanna & heilsumál og øki 3 Børn & Ung, fara við 43% av allari fíggjarætlanini í 2025, ímóti 48 % í 2024

Við árslok 2025 var kommunuskuldin 60%, av eini skattaálíkning, móti í 52 % í 2024

Ein skattaálíkning eru inntøkur A og B skattur + eftirlønarskattur og flyting vegna DIS/FAS .