Á almennum býráðsfundi tann 30.05.2024 varð ársroknskapurin hjá Fuglafjaraðar kommunu fyri 2023 góðkendur.
Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2023 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Samlaða skattainntøkan hjá kommununi í 2023, var 116,4 mió. kr., sum er 5,1mió. kr. hægri enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 100,9 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2023 15,5 mió. kr. betri enn mett.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2023 vóru 82,2 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 81,1 mió. kr. Sostatt blivu rakstrarútreiðslurnar í 2023 1,1 mió.kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini.
Gjaldførisúrslitið gjørdist 15,8 mió. kr., mótvegis 14 mió. kr. í 2022. Í fíggjarætlanini varð roknað við einum hallið uppá 2,8 mió. kr. Gjaldførisúrslitið gjørdist sostatt 18,6 mió.kr.betri enn mett í fíggjarætlanini.
Havandi í huga stóru íløgurnar ið eru framdar, eins og sera stóra tørvin, ið er fyri framman, er eisini neyðugt við framhaldandi góðum úrslitum. Kommunan hevur bundið seg til stórar íløgur komandi árini, eins og avbjóðingar eru sjónligar innanfyri serliga § 2, Almanna & heilsumál, har m.a. eldraøkið kostar nógv meira enn kommunan fær endurrinda frá landinum. Somuleiðis er stórur tørvur á § 4, undirvísing, har framhaldsdeildin í Fuglafjarðar skúla hevur tørv á betri umstøðum.
Úrslitið eftir rakstur var eitt avlop uppá 34,2 mill
Samlaðu nettoíløgurnar í 2023 vóru 18,4 mió. kr. Í fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 15,7 mió. kr. Íløgurnar í 2023 vóru sostatt 2,7 mió. kr. hægri enn játtað. Serliga á §6, teknisk mál, var tørvurin størri enn væntað.
Úrslitið eftir rakstur og íløgur (RLÚ) var 15,8 mill.
Nettoskuldin hjá Fuglafjarðar kommunu við ársenda 2023 var 71% av eini skattaálíkning uppá 23%
Áðrenn 1. januar 2024 skuldi nettoskuld, omanfyri eina skattaálíkning uppá 23%, góðkennast av landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum, meðan nettoskuldin aftaná frá 1. januar 2024, verður sett í mun til álíkningina pluss eftirlønarskat og flyting vegna DIS/FAS .
Hetta hevur viðført, at nettoskuldin nú er minkað úr 71% niður í 58% av tí loyvda markinum.
Hægsta nettoskuldin var við ársenda í 2021, tá hon var 120% av álíkningini. Orsøkin var stóru íløgurnar, ið vóru gjørdar um hetta mundið.