28.04.2023

Tíðindaskriv – Ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2022 er góðkendur

Býráðið samtykti á fundi í gjárkvøldið 27. apríl ársroknskapin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2022.

Raksturin av kommununi kostaði 73.6 mió. kr. Játtanin var 71.2 mió. kr., sostatt var ein meirnýtsla upp á 2.3 mió. Kr. Fíggjarliga tyngsta rakstrarøki var § 2, Almanna og Heilsumál, ið stóð fyri 36% av rakstrarkostnaðinum, sum í høvuðsheitum stavar frá eldrasamstarvinum Nánd. Útreiðslan hjá Fuglfjarðar kommunu fyri Nánd samstarvið var 20.8 mió. Kr. meðan afturberingin frá landinum var 18.4 mió. kr. Hetta merkir, at kommunan í 2022 bar meirkostnaðin uppá 2.4 mió. kr. Størsta meirnýtslan í 2022 var á rakstrarøki 6, teknisk mál, har bráfeingis umvælingar á vatn og kloakskipanina í høvuðsheitum er orsøkin. § 7, kommunal virki, hevði eina inntøku á góðar 2.5 mió. kr., sum stavar einamest frá Fuglafjarðar havn. Hetta var umleið 1 mió minni enn væntað við ársbyrjan og skyldast hetta fall í tali av bunkringum til russisk skip.

Íløgur fyri 23.8 mió. kr. vóru avhildnar í 2022, meðan játtanin var 24.0 mió. kr. Tískil er ein minninýtsla á umleið 0.2 mió. kr. Størsti íløguposturin var § 6, teknisk mál, viðvíkjandi nýggjari lækna- og heilsumiðstøð og útvegan og byggibúnan av grundøkjum.

Inntøkurnar í 2022 vóru 111.3 mió. kr. í mun til metingina á 95.9 mió. kr., sum er ein meirinntøka á 15.4 mió. kr. Inntøkurnar eru hækkaðar við 14.8 mió. kr. í mun til 2021. Størstu broytingarnar í inntøkunum stava frá partafelagsskattinum, sum var 9.2 mió. kr. hægri og kommunuskattinum, ið var 5.3 mió. kr. hægri enn frammanundan mett.

Sammett við 2021, so eru rakstrarútreiðslurnar í 2022 lækkaðar við 1.5 mió. kr. Íløgurnar eru lækkaðar við umleið 21.7 mió. kr., hetta tí stóru íløgurnar í nýggja barnaskúlan, ÍF-húsið og Vesturstovu eru hildnar.

Samanlagt gjørdist gjaldførisúrslitið frá rakstrinum (RLÚ) eitt avlop upp á umleið 14.0 mió. kr. ímóti einum halli í 2021 upp á umleið 24.0 mió. kr.

Kommunan hevur í 2022 goldið 6.8 mió. kr. í avdráttum av lánum. Nettoskuldin var við árslok 2022 0,95 av einari álíkning í mun til 1,20 við árslok 2021.

Góðkendi ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2022 verður í dag sendur til Fíggjarmálaráðið, sum er eftirlitsmyndugleiki á økinum, samsvarandi § 53, stk. 2, nr. 1 í kommunustýrislógini.

Fuglafjørður, 28. apríl 2022

Dávur Juul
Borgarstjóri