22.10.2018

Tíðindaskriv 22.10.2018

  • 35
    Shares

Í samband við skúlabyggingina í Fuglafirði hevur innboðin lisitatión verið ídag.

Býráðið í Fuglafirði samtykti í vár at bjóða arbeiðið út í innbodna lisitatión eftir at Høvuðsarbeiðstakarin hevði boðað frá, at fyritøkan tók seg út úr partalagssamstarvinum. Arbeiðstakarin bant seg tó at gera alt betongarbeiðið, sum verður liðugt miðjan februar.

Lisitatiónin var býtt í 3 stórarbeiðstøkur, sum tilsamans 10 fyritøkur bjóðaðu uppá

Í stórarbeiðstøku A, sum er timbur, snikkara, múrari, málara og gólvarbeiðstøkur, var MT Højgaard lægst, sum bjóðaði seg at gera arbeiðið fyri 35,8 mio
Hini tilboðini vóru: J&K Petersen  50,6 mio, Kanjon 43,3 mio 

Í stórarbeiðstøku B, sum er HVS og ventilatión var Victor á Lakjuni lægst, sum bjóðaði seg at gera arbeiðiðð fyri 12,7 mio
Hitt tilboði var frá Renovent sum var 13,8 mio 

Í stórarbeiðstøku C, sum er elarbeiðið var ElCon lægst við 6,1 mio
Hini tilboðini vóru: El-Service við 7,4 mió, El Teknik við 6,2 mió, LM Electric 6,9 mió og TTS á 6,4 mió. 

Sonni á Horni borgarstjóri sigur at tilboðini eru samanlagt nakað lægri enn metingin. Samlað vóru tilboðini 54,5 mio meðan metingin var 62 mio. Hann sigur eisini at tað næsta sum fer at henda er, at ráðgevarar fara hvør til sítt at eftirkanna tilboðini, fyri síðani at koma við tilmæli til býráðið at taka støðu til. Miðað verður móti at undirskriva sáttmálarnar í ár.

Skúlin, sum er 3.600 fermetrar, skal hýsa barnaskúla, tónleikastovur, ítróttarhøll og umsiting.