14.10.2020

Barnaskúlin í Fuglafirði – Meira enn ein skúli

Skúlabyggingin gongur eftir ætlan

Tað er nógv virksemi á Trøðni í Fuglafirði í løtuni.

Nýggi skúlin, sum býráðið í Fuglafirði samtykti at lata byggja í 2016, er komin so mikið væl áleiðis, at barnaskúliin eftir ætlan verður avhendaður 2. november í ár, sum eisini er eftir upprunaligu ætlanini.

Tá barnaskúlin verður handaður kommununi, byrja arbeiðstakarar at seta upp útgerð og innbúgv so alt er klárt til innflyting í komandi ári.

Avtalað er eisini gjørd við arbeiðstakarnar, sum eru MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon, at felagshøllin verður avhendað 17. desember og at ítróttarhøllin og tannlæknastovan verða avhandað 18. januar 2021.

Mangan verður tikið til, at alt ber til! Ein slíkur hugsanarháttur slóðar ofta fyri góðum hugburði og øðrvísi loysnum. Júst hesin hugburður hevur verið væl troyttur við byggingini av barnaskúlanum.

Tey sum kenna økið rundan um skúlan vita, at tað er sera trongt og mestsum einki pláss tøkt til byggiskúrar, goymslur og bingjur. Skúlabyggingin hevði neyvan latið seg gjørt eins smidliga um ikki ítróttarhøllin hevði verið at tikið til, til eitt nú goymlsur og skúrar. Av somu orsøk, verður ítróttarhøllin tann parturin av skúlanum, ið verður síðst handaður, nettupp tí, at tørvur er á høllini til goymslu, so leingi sum tilber.

Spæliplássið, sum er á tekjuni á ítróttarhøllini verður klárt 31. mai 2021.

Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við at høvuðsumvæla bygningin, ið framhaldsdeildin heldur til, eisini kallaður "nýggi skúli" millum fuglfirðingar. Skúlin er bygdur í 1964 og treingir til at verða dagførdur, bæði innan og uttan. Ein ætlan fyriliggur hvussu 2. byggstig  verður gjørt og verður tað Eysturkommuna saman við Fuglafjarðar kommunu, sum standa á odda fyri verkætlanini til skúlasamstarvið Framvit.

Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan síðstu viku áðrenn jólafrítíðina. Nærri kunning um hetta kemur seinri.