Býráðið í Fuglafjarðar Kommunu hevur á almennum býráðsfundi 26.apríl tikið avgerð um at arbeiða víðari við einari útstykkingarætlan við Innandalsvegin í Fuglafirði. Hendan komandi útstykkingin umfatar eini 10-11 grundstykkir á 400-500 m2.
Lendið í økinum er sera gott byggilendi, har til ber at byggja eitt-plans hús ella hús í tveimum hæddum.
Kommunan hevur ogna sær mestsum alt lendið til útstykkingina, og byggisamtyktin fyri økið bleiv góðkend av mynduleikinum í 2018.
Hendan spennandi útstykking er í tráð við nýggja bústaðarpolitikkin, sum kommunala umsitingin og býráðið í felag arbeiða við at fáa framt í hesari setuni.
Økið við Innandalsvegin, har hendan komandi útstykking er, liggur uppat einum sera nátturuvøkrum øki Vesturi á Horn, har útsýnið yvir Fuglafjørð er sera gott.
Tíðarætlanin, sum kommunan arbeiður við er, at grundstykkini við Innandalsvegin verða klár til borgarar at keypa í ár ella í fyrru helvt komandi ár.
Fólk, sum hava áhuga at ogna sær eitt av hesum grundstykkjunum, kunnu venda sær til kommunalu umsitingina fyri at fáa meira kunning.
Kommunan hevur í eina tíð merkt ein ávísan áhuga frá borgarum um grundstykkir í økinum við Innandalsvegin, og nøkur av stykkjunum eru longu umbiðin.
Í dag búgva uml. 1580 borgarar í Fuglafjarðar Kommunu, sum umfatar bygdirnar Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi er m.a. nógv arbeiðspláss, fólkaskúli og miðnámsskúli, og eisini eitt sera ríkt frítíðar- og mentanarlív.
Fuglafjarðar Kommuna
Tlf. 668000
T.post. info@fuglafjordur.fo