- Tit skulu gera eitt listaverk!
Tað vóru boðini, sum ungu fuglfirðingarnir, ið høvdu meldað seg til »ung í arbeiði«, fingu fyrsta arbeiðsdagin fyri nøkrum vikum síðani.
Ikki: »tit skulu lúka«. Ella: »tit skulu mála ein garð«. Ella: »tit skulu lempa sand«
Nei. »Tit skulu gera eitt listarverk«.
Ikki tann mest vanliga verkætlanin fyri Ung í arbeiði.
Men Fuglafjørður er nú heldur ikki nøkur vanlig bygd í so máta. Har verða list og mentan virðismett eins høgt og vitan og vinnulív.
Har sprettir og grør. Sangurin. Tónleikurin. Myndlistin. Skaldskapurin. Týðingin. Grafiska listin. Sprettir, grør og fræar víðari. Og tað eyðkennir bæði bygdina og tey, har búgva.
Eg meini so við, vís mær til dømis á eina aðra bygd, har a-l-l-a-r(!) genturnar hava sungið í sama kóri? Og har tær enn, nú tær eru væl og virðiliga tilkomnar, í veitslulagi sum einki stemma í tríraddað, tí tær hava sangin í merginum?
Mentanin og listin eru ein so inngrógvin partur av fuglfirðingum, at tær tykjast hava fest seg í sjálvan samleikan.
Nýggjastu listasprotarnir
Nú Hennara Hátign kemur á vitjan í Fuglafirði, fer hon at síggja fleiri nýggj listarverk.
Eitt er útiverkið »Tíðarferðandi« eftir Tummas Jákup Thomsen, ið byggir á stórar skitsur av gomlum fotomyndum. Talan er um myndir, sum Hans Mohr tók av bygdarfólki í 70'unum.
Og vit ferðast jú øll í tíðini. Bæði tí nú'ið støðugt flytir seg, og tí vit sum menniskju í stóran mun antin líta aftur ella fram.
Hetta verkið er fest á ein húsavegg og er eitt tað fyrsta, tú sært, tá tú kemur til Fuglafjarðar.
Heitið »Tíðarferðandi« kann eisini setast sum yvirskrift yvir øllum tí, ið Hennara Hátign fer at síggja, hoyra og uppliva ígjøgnum dagin í Fuglafirði.
Í Miðstaðarlundini fer drotningin at bukka sær beinini á einum nýggjum beinki - einum unika av brúkslist - ið er gjørdur til høvið.
Tað er Helgi Midjord, ið hevur gjørt Drotningabeinkin, ið er eins og Hennara Hátign sjálv: hann hvílir í sær sjálvum. Hann er snikkaður soleiðis til, at hann ikki sær út til at styðja seg á nakað, men sveima í leysari luft og hvíla í sær sjálvum.
Í Ribarhúsi skal Drotningin síggja eitt sjáldsamt og virðismikið savn av gomlum kongsbíblium- umframt eina pútusýning við ymsum listafólkum og eina listasýning við Heðini Kambsdal. Tað stuttliga er, at listamaðurin í fleiri ár hevur málað Margrethu drotning inn í málningar sínar - og nú sleppur hon so at síggja teir.
Í nýbygda skúlanum, sum verður tikin í nýtslu í heyst verður listin ein av aðaltáttunum í undirvísingini og í skúlanum. Sjálvandi, freistast man at siga. Tá Margretha drotning vitjar skúlan, skal hon sjálv avdúka eitt listarverk hjá Edwardi Fuglø, har børnini í kommununi á forvitnisligan hátt hava sett sín dám á.
»Meiri enn ein skúli« sigur kommunan annars um skúlan, og listin, sum er bíløgd til at prýða og vekja undran, er heilt serstøk. Afturat Edwardi Fuglø, sum er úr Klaksvík, nýttist kommununi hvørki at leita leingi ella langt burturi, tí lokalu listafólkini eru jú í serflokki.
Alexander Kristiansen hevur gjørt eina nýggja yrking um Fuglafjørð, ið Jógvan á Lakjuni hevur sett lag til og Frits Johannesen hevur illustrerað við málningum. Orð, málningar og tónar eru síðani í brotnari rútmu hongd upp kring skúlan uppá ein spælandi - men eisini lærandi - máta.
Tað er stuttligt, tí hesir hava allir tríggir verið lærarar í Fuglafjarðar skúla, og tí hóskar heitið "tíðarferðandi" onkursvegna eisini so væl her.
Miðvíst seta ungdómin við
Og so venda vit aftur til tey ungu í arbeiði, sum skuldu gera eitt listaverk, heldur enn at lúka ella mála.
Kommunan heitti á Suffíu Nón, alias grafikarin í Fjord, og hon var fús at leggja teimum ungu lag á.
Verkið endurspeglar aldursbólkin, umhvørvið og - aftur - eina tíðarferð.
Vit síggja eina unga kvinnu við øllum útbúgvingarmøguleikum og heiminum fyri sínum fótum. Varisliga sleingir hon eitt hjarta til undanfarnu, andlitsleysu fiskagenturnar, ið ongantíð fingu somu møguleikar, sum hon. Suffía Nón sigur sjálv um verkið, at tað er ætlað at virða tær sterku undangongukvinnurnar, ið upplivdu nógvar tungar dagar, ið vóru merktir av djúpari sorg av at missa. Tíðum vóru tær noyddar at seta seg sjálvar til síðis, tí arbeiðið skuldi fáast frá hondini. Tí bóru tær tignarliga sítt bløðandi hjarta í tøgn og uttan andlit. Verkið er ætlað at æra og minnast tey, sum bóru og bygdu bygdina, Fuglafjørð, og tað er fest á skjøldurin á húsunum beint niðanfyri gamla fiskastykkið - har Muntra heldur til.
Hugskotið um at geva tannáringum uppgávuna at gera eitt slíkt varandi arbeiði - og hartil rinda teimum løn fyri tað - er genialt á so nógvum stigum.
Í fyrsta lagi er tað greiða signalið um, at man í Fuglafirði metir listaligt arbeiði á sama hátt sum kropsligt arbeiði. Sum at lúka, mála ella lempa sand. Tað eru ikki allar kommunur, sum yvirhøvur høvdu hugsað tankan - og júst tað prógvar, hvussu inngrógvin mentanin er í Fuglafirði.
Hartil er tað týdningurin av at skapa áhuga og seta við - og at vísa teimum ungu, at sjálvt um tað í øðrum hvørjum húsi býr ein viðurkendur, virðisløntur túsundkunstnari, sum alt landið er uppá fornavn við, so hava tey ungu eins stóran rætt at vera hoyrd, sædd og umboðað í almenna rúminum við egnum verkum.
Í triðja lagi er tað gløgt at lata tey arbeiða saman við eini kvinnu, ið livir av tí, hon sjálv skapar. At sáa eitt fræ, skapa ein áhuga og knýta nøkur netverk, er gull vert. Tað er jú so, at tað, tú vatnar, veksur.
Og í Fuglafirði hevur ungdómurin góðar møguleikar at vaksa mentanarliga. Í skúlanum eru krevjandi sangleikir á skrá við jøvnum millumbilum. Tann seinasti var Lion King, ið Drotningin eisini sleppur at uppliva eitt brot av. Har er skúlin, sum raðfestir listarligar lærugreinar eins høgt og náttúruvísindaligu greinarnar.
Har er ein av Føroya elstu kvøldskúlum, ið bjóðar dygdargóða undirvísing. Har er bókasavn og ítróttur av øllum handa slagi. Har er trúarlív, felagslív og nógva virksemið í Mentanarhúsinum fevnir um alt frá bindifestivali til framsýningar til upplestur og konsertir.
Undir Fuglafirði eru tríggjar súlur: vitan, vinna og mentan - og mentanin er eins høgt í metum og vitanin og vinnan. Tað er hon sanniliga ikki allastaðni kring landið.
Men - hvat skuldi hon verið annað, kann man freistast at spyrja, við teirri virðismiklu framleiðsluni og tí ovurhonds stóra riðilinum av dygdarlistafólkum, sum býr í Fuglafirði?
Her eru tvær yrkingar - eg hugsaði at seta tær í ein teig fyri seg uttast til høgru á opnuni.
Títtlingurin
Alexandur Kristiansen
Nei, aldri tagnar heimsins poesiur:
hann flytur ei við fuglunum avstað
og søkkur ei í havsins dýpi niður,
men ljómar alsamt við sítt fríska lag.
Ein títtlingur tað er, hvørs fagri songur
til gleði summars veiklast burtur brátt;
á skýmdarstund hann syngur ikki longur,
men durvar nøgdur við sín fagra slátt.
Nei, aldri tagnar heimsins poesiur:
tá vetrarkuldin doyvir hvørt eitt ljóð,
tá hoyrist sami fagri melodiur
í veggjarholum sum ein várloyst flóð.
Og honum, sum av vetri nívdur er,
hann summarkvøldsins blíðu heilsan ber.
Í cerebrum
Bárður á Lakjuni
Brotamyndir hómast í huganum.
Ein nostalgiskur ráki vekir okkurt í mær.
Var tað ein tóni, sum fann sær slóð og vakti gloymskuna at syngja?
Eg veit ikki vist, men ein farri av longsli dregur meg. Vil hava meg við.
Við á minnismót onkustaðni djúpt í cerebrum.
Á ferð í tí fjara, tí farna
har minni eiga búð
Í nátt eg ferðist gjarna
har tá einaferð var nú
Hugans heimur, følin og loyndarfullur
ein meldur av minnum.
Alt, sum er sæð hoyrt og hugsað,
tonkt, tugt og tevjað
liggur í løgnum løgum, sum skifta skap í splittsekundum
lukka og gleði, sorg og tregi
- alt livir sítt lív í cerebrum
Á ferð í tí fjara, tí farna
har minni eiga búð
Í nátt eg ferðist gjarna
har tá einaferð var nú
Við eitt eri eg har,
har tá ein dagur tyktist sum túsund
og allur ivi átti svar
kenni heitar hendur
kenni fjálgar favnar
sum undan fóru, sum byrðar bóru
sum vóru varðar, klettar, klípi og kitt
í tí, sum myndar meg
Í nátt eg ferðist gjarna, har tá einaferð var nú.
Nú tærist tíðin í øðrum tempo
og túsund tykjast mangan sum ein.