Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara at standa á odda fyri tekniska økinum
Starvið
Leiðarin er við til at mynda menningina av Fuglafjarðar kommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum.
Fuglafjarðar kommuna er ein framsøkin og virkisfús kommuna, ið miðar ímóti at veita góða og skymsama tænastu.
Fuglafjarðar kommuna strembar ímóti at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð og leggja vit áherðslu á, at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi og við atlit til tí ætlan sum kommunan hevur stungið út í kortið.
Hetta setir tískil krøv til, at tekniski leiðarin saman við leiðarunum og starvsfólkunum stuðla býráðnum í ætlanini framhaldandi at menna kommununa í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.
Høvuðsuppgávur
Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:
• veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu
• veita politikarum fakliga og profesionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
• megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum
• tryggja at úrslit verða ment innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta
• menna tekniska økið sum arbeiðspláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis
• tryggja at Fuglafjarðar kommuna hevur ein sunnan rakstur
• fyrireika og menna Fuglafjarðar kommunu fakliga, soleiðis at Fuglafjarðar kommuna kann taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða.
Ábyrgd
- Daglig leiðsla av tekniska økinum
- Fíggjarliga ábyrgd av tekniska økinum
- Projekteringsarbeiði og eftirliti
- Býar- og byggiplanlegging
- Málsviðgerð og fyrireiking av tekniskum og vinnumálum til politiska støðutakan
- Stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði
- Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervi hjá kommununi
- Skipa fyri útveitan av uppgávum á tekniska- og vinnuøkinum
- Skipa fyri skrásetingararbeiði á bæði tekniska- og vinnuøkinum
- Ráðgevi og skrivari hjá teknisku nevnd og vinnunevnd
- Veita ráðgeving til leiðslutoymið og býráðslimir á tekniska- og vinnuøkinum
- Hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan.
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú:
- hevur viðkomandi langa ella miðallanga útbúgving frá hægri lærustovni, ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði, saman við royndum
- hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl
- dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
- hevur evni at raðfesta uppgávur og arbeiða undir trýsti í tíðum, har nógv kommunalt virksemi eru í gongd
- ert opin og fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.
Setan og løn
Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum. Starvið er skipað undir teknisku nevnd, við tilvísing til kommunustjóran, sambært starvsfólkaskipanini.
Starvið verður sett tann 1. mai 2019, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarsett, og verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, á telefon 23 80 02, teldupost jakupl@fuglafjordur.fo, ella til verandi tekniska leiðara, Pætur Joensen, teldupost: patur@fuglafjordur.fo
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. mars 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: info@fuglafjordur.fo, viðmerkt «Tekniskur leiðari».
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Um Fuglafjarðar kommunu
Kommunan fevnir um tríggjar bygdir. Fólkatalið í kommununi er tilsamans 1.552 fólk, og starvast 12 fólk í umsitingini.
Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara, byggifrøðingi, arbeiðsformanni, býargartnara og húsavarðatoymi.
Á vega- og gartnaradeildini og í húsavarðatoyminum starvast tilsamans 15 fólk. Fuglafjarðar býráð hevur 9 limir, og verður politiska arbeiðið skipað í hesar nevndir: Fíggjarnevnd, tekniska nevnd, vinnunevnd, mentamálanevnd og sosiala nevnd.
Í kommununi starvast 120 fólk á ymsum stovnum hjá kommununi.