04.09.2019

Tekniskur leiðari í Fuglafjarðar Kommuna.

Pól Adrian Poulsen hevur sín fyrsta starvsdag sum tekniskur leiðari í Fuglafjarðar Kommuna.
Pól Adrian er útbúgvin maskinsmiður frá Skála Skipasmiðju, tekniskur assistentur frá Tekniska skúla í Tórshavn og útbúgvin verkfrøðingur, við statikki sum sergrein, frá Haslev Teknikum í 1988.
Pól Adrian hevur drúgvar royndir við projektering og eftirlit bæði innan byggi - og annleggsvinnuni, og royndir innan projektering í fiskivinnuni, alivinnuni og innan skipasmíð.
Eisini hevur hann drúgvar royndir innan entreprenøryrkið.

Fuglafjarðar kommuna bjóðar honum vælkomnum í starvi sum tekniskur leiðari hjá kommuniuni.