22.09.2022

Stuðulsfamilja til 8 ára gamlan drong

Vit leita eftir eini familju til at vera stuðul hjá einum 8 ára gomlum drongi gerandisdagar aftaná skúlatíð. Talan er um ein drong við diagnosu innanfyri autismu. Tí er vitan um autismu ein fyrimunur.

Drongurin gongur í skúla fyrrapartar, men megnar illa at vera í stórum felagsskapum við nógvum børnum. Hann er væl fyri motoriskt, honum dámar væl at vera úti og at vera aktivur, men hann kann eisini sita og spæla einsamallur við okkurt leikutoy í tímar, um onki er sum órógvar hann.

Drongurin hevur tørv á stuðli og vegleiðing til vanligar gerandis uppgávur. Hann skal fyrireikast væl uppá broytingar og krøv fyri at hann ikki skal gerast ótryggur. Gerandisdagurin má vera væl skipaður. Tey vaksnu, sum eru um hann, mugu vera týðilig.

Um teg/tykkum

  • Tú ert einlig ella tit eru eitt par
  • Tín gerandisdagur skal gjarna vera væl skipaður fyri eitt barn
  • Tú/tit mugu ikki hava smá børn, men gjarna børn, sum eru 10 ár ella eldri
  • Tú/tit kenna til autismu, ella hava áhuga í at læra um tað

Stuðulsuppgávan er 30 tímar um vikuna aftaná skúlatíð. Tíð er sett av til at tú/tit kunnu fáa supervisjón til uppgávuna.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pædagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).

Fyri at verða settur í starv, skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barnaváttanir.

Meira fæst at vita um starvið:

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara á telefon 23 80 13 ella jonhild@fuglafjordur.fo

Umsókn:

Umsókn saman við møguligum viðmæli/um skal sendast til Fuglafjarðar Kommunu, Í støð 5, 530 Fuglafjørður, ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er 6. Oktober 2022.

Lýsing sum PDF