06.07.2021

Stórar verkætlanir verða avhendaðar kommununi

Tað eru stórar verkætlanir ígongd í Fuglafjarðar kommunu í løtuni – nýggjur barnaskúli, út- og umbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu og nýtt ítróttarhús. Barnaskúlin verður avhendaður seinni í ár, men tær báðu síðstnevndu verða avhendaðar í hesum døgum. Fyrra avhending av Vesturstovu var tann 1. juli, tann næsta av kjallarahæddini verður avhendað seinni í summar. Avhending av 1. og 2. hædd í ítróttarhúsinum verður seinnapartin í morgin, tá hugnaløta verður fyriskipað fyri arbeiðsfólkunum. Stovuhæddin í ítróttarhúsinum varð tikin í nýtslu í fjør summar.

Her er eitt sindur av kunning um hesar báðar verkætlanir:

Vesturstova

Út- og umbyggingin, sum byrjaði í 2019, fatar um jørð- og kloakkarbeiði. 1. byggistig fevnir um 4 rúm. 2. byggistig fatar um kjallarin v.m., svalan (altan), og el-arbeiði.

Ein bygningur er bygdur omanúr verandi húsi. Hetta eru tvær nýggjar stovur. Í kjallaranum er havastova. Í erva verður ein hugnalig stova, nevnd “útistova”, við sera góðum útsýni í fleiri ættir, og ein stórur svali er bygdur útfrá útistovuni.

Á eystursíðu er bygt uppí í tveimum hæddum. Í erva verða fýra búrúm við egnum vesi/bað, og ein sjónvarpsstova. Í gamla partinum er nýtt starvsfólkarúm, nýggj skrivstova, og eitt lítið nýtt umlættingarrúm við vesi/bað.

Í Kjallaranum eru tvey nýggj búrúm við vesi/bað, skolirúm/goymsla/reingerð og tøknirúm/húsavørða rúm og eitt veitsluhøli. Hetta rúmið kann brúkast til samkomur og veitslu o.a. Pláss er fyri 40 fólkum til borðs.

Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur staði fyri ráðgeving, projektering og eftirliti í sambandi við út- og umbygging av Vesturstovu. Talan er um høvuðsarbeiðstøku frá TN Bygging. Undirveitarar hava verið Zacharias Leitistein í mun til vatn, hita og sanitet. Signar á Fríðufløtu hevur havt málaraarbeiði um hendi og Jim Sonni Guttesen gólváleggingina. Aðrir arbeiðstakarar hava verið Elcon í mun til el-arbeiði og JHR Entreprenørar í sambandi við jørð- og kloakkarbeiði. Út- og umbyggingin av Vesturstovu kostar umleið 13,1 mió. kr.

 

Ítróttarhúsið

Arbeiðið at byggja nýtt ítróttarhús byrjaði í 2017. Húsið er íalt 850 fermetrar í trimum hæddum. Stovuhæddin, ið varð tikin í nýtslu í fjør, verður burturav brúkt av fótbóltsfelagnum ÍF. 1. hædd verður innrættað til felagshølir og á 2. hædd eru skrivstovuhølir til ítróttarfeløgini í býnum.

Tað er Teknistovan Gøta, ið hevur staði fyri at ráðgeva, projektera og hevur havt eftirlit við byggingini av ítróttarhúsinum. Talan er um eina høvuðsarbeiðstøku hjá Heildarverk. Undirveitarar hava verið Elcon í mun til el-arbeiði, Zacharias Leitistein til vatn, hita og sanitet, Signar á Fríðufløtu hevur havt málaraarbeiði um hendi, Petur Larsen veitt stakitt, Basalt gjørt grótlaðing og RTS Contractors hava staði fyri jørð- og kloakkarbeiðinum. Ítróttarhúsið kostar umleið 30. mió. kr.

Fuglafjarðar kommuna fegnast um, at hesar báðar verkætlanir nú eru komnar undir land, tí tær hava stóran týdning fyri trivnað og vælveru hjá eldri og yngri borgarum í býnum.