Enn eina ferð er Fuglafjørður karmur um fleiri fjølbroytt tiltøk, í ymsum húsum og hølum í býnum, í Mentanarhúsinum og Ribarhúsi, og úti í stórbaru náttúruni rundan um býin og fjørðin. Við sínum eyðkenda tætta skapi, er stutt er til alt í Fuglafirði, tí stovnar, handlar, matstøð, og mentanartilboð liggja nærum lið við lið, og parkeringsviðurskiftini eru góð.
Bindifestivalurin er aftur í Fuglafirði 20. – 22. apríl við verkstovum í heimligum stovum, og fyrilestrum runt um í býnum. Í Mentanarhúsinum stendur Ruben Busk fyri matinum. Beint við miðstaðarlundina verður eitt forkunnugt ullartelt, har vitjandi kunnu royna seg við ullar-arbeiði.
Ribarhús verður karmur um eina sermerkta støkk-upp sølumistøð, har 15 ymiskar fyritøkur, handlar og einstaklingar húsast í hugnaliga bygninginum. Her fáast ymiskar spennandi vørur, eins og Piddasahandil í neðra hevur góðar heimavirkaðar vørur. Í gallarínum er ein øðrvísi framsýning, og Lúkukaffi er opið allar dagarnar.
Closed for Maintenance verður ymsastaðni um landið somu dagarnar, og tá verður arbeitt uppá bygdagøtuna millum Hellurnar og Fuglafjørð fríggjadag og leygardag. Rásin verður markerað niðan á Skarð Fuglafjarðar-megin og arbeitt verður uppá steinsettu gøtuna niðan í Kliv Hellu-megin.