Góðu fuglfirðingar
Sum tit kanska vita, verður stóri steypafinaludagurin í flogbólti komandi leygardag. Meistaradeild menn hjá ÍF-Flogbólti og Mjølnir bresta saman kl 16:00 til ársins finaludyst. ÍF og Mjølnir hava spælt fleiri tættar dystir í ár og liggja liðini nr 1. og 2. í landskappingini. Lagt verður upp til eina sera spennandi og tætta finalu, har marginalarnir fara at avgerða, hvør vinnur. Hesi bæði liðini hava staðið fyri framúr góðum spæli í ár, og hevu rføroyski flogbólturin kanska ongantíð verið á so høgum støði sum nú. Vit vóna og vænta okkum ársins dyst, har steyp og gull verður vunnið til Fuglafjarðar. Koyrið á dreingir!
Tað er umráðandi, at vit øll standa saman og vísa okkara monnum stuðul. Tískil bjóða vit inn til upphiting.
Øll eru vælkomin at koma oman í Ribarhús at heilsa uppá, har viðhaldsfólk og flogbóltsleikarar hjá ÍF-Flogbólti hittast frá kl 12:00 til 14:00 til upphiting til finalubrakið. Eisini støkka finalistarnir inn á gólvið, áðrenn teir fara til Havnar, hetta verður uml. Kl 13:30. Vit bjóða ein kaffimunn við onkrum søtum, andlitsmáling og kanska vit tríva í ÍF-flogbóltsangin. Gott hevði verið, um øll lata seg í okkurt reytt, hava trummur, ringlandi fløskur, duskar, bannarar, turrikløð við. Høllin skal vera reyð 😊
Nøkur fá atgongumerkir eru eftir til finaluna og kunnu hesi keypast á tlf 214786 ella hjá Randi Larsen á fb. Kostnaður er 100 kr fyri vaksin, børn yngri enn 16 ár sleppa ókeypis. Vit gera vart við, at tað er ikki møguligt at keypa atgongumerkir við dyrnar.
Bussur koyrir frá Mentanarhúsinum kl 14:00, kostnaður 50 kr. Bílegg pláss á tlf 214786 ella hjá Randi Larsen á fb.
Vegna tilmælir, møtast øll viðhaldsfólk hjá ÍF-Flogbólti við NR 12 (við Gundadalshøllina) kl 14:45, og ganga vit í felag niðan á Nabb, har vit sita saman, rópa og larma saman.
Latið okkum standa saman um at fáa ein super flogbóltsdag, har vit hugna okkum og gera dagin góðan og minningarríkan fyri okkum øll.
Eru tit klár?
Koyr á ÍF