Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum til reingerð í Fuglafjarðar skúla, at byrja eftir summarfrítíðina.
Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð í skúlanum, hettar er bæði í nýggja barnaskúlanum, í framhaldsdeildini og 2004 skúlanum.
Skúlastovur, gongir, fimleikarhøll, bókasavn o.a
Førleikakrøv
Vit vænta, at viðkomandi:
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
- Er álítandi og ágrýtin.
- Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
- Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.
- Kann arbeiða hóast skúlabørn og starvsfólk eru til staðar.
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um tvey føst størv sum bæði eru uppá 25 tímar um vikuna í dagtímunum. Tey sum sett verða, hava 3 mðr. royndartíð.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við vanligum posti til:
Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi Mikudagin 18.Mai kl 12.00.