Fuglafjarðar kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til frítíðarskúlan Kamb á Kambsdali at byrja 1.mars, ella skjótast gjørligt.
Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna
Um dagstovnin Kamb
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á Kambi eru 8 starvsfólk og tað er pláss fyri 60 børnum.
Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum, og hava vit fingið jaligar afturmeldingar um, hvussu gott hetta er fyri tey.
Vit sóknast eftir starvsfólki
- Sum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum.
- Sum er álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.
- Sum er jalig/ur og hevur hug og hegni at samstarva bæði við starvsfelagar, foreldur og børn.
- Sum sær møguleikar, ið náttúran hevur at bjóða og sum hevur hug og hegni at brúka hesar møguleikar í arbeiðinum.
- Sum dámar væl at luttaka í uttandura virksemi.
- Sær møguleikar fram um forðingar.
Vit leggja dent á, at starvsfólkið:
- Virðir tað einstaka barnið.
- Møtir barninum, har tað er.
- Eru áhuga at arbeiða við málmenning.
- Eru týðilig og góð at samstarva.
- Hevur hug og hegni at skapa karmar, har børn kunnu brúka teirra hugflog og skapandi evnir bæði innandura og úti í náttúruni.
- Hevur hug og hegni at skapa álit, trivnað og tryggleika bæði fyri børn og foreldur.
- Kemur við nýhugsan og ígongdsetan.
- Má tola møguligar broytingar i starvsinnihaldinum.
Vit kunnu bjóða tær:
Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin. Talan er um eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)
Stovnurin er opin mánadag til fríggjadag í tíðsrúminum kl. 7:15 – 17:00.
Um eingin námsfrøðingur søkir verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv.
Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um størvini og stovnin, kanst tú seta teg í samband við leiðaran á Kambi, Bjørghild Arnholdtsdóttir, telefon: 238092.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi, CV, og møguligum viðmæli/um, skal sendast til kommunuskrivstovuna, Í Støð 5, 530 Fuglafjørður, ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo Umsóknarfreistin er týsdagin 28. februar 2023.