15.10.2020

Starvslýsing – Tilbúgvingarleiðari til Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir tilbúgvingarleiðara til at byrja 1. januar 2021. Talan er um eitt áhugavert, avbjóðandi og týdningarmikið starv, sum er leyst at søkja.

Fuglafjarðar kommuna raðfestir, at hava eina góða og virkna tilbúgving, tí er starvið sum tilbúgvingarleiðari skipað fulla tíð.

Tilbúgvingarleiðarin, sum bygnaðarliga vísir til tekniska leiðaran, hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda og menna tilbúgvingina hjá Fuglafjarðar kommunu í breiðum týdningi. Tilbúgvingarleiðarin skal tí samstarva við fleiri áhugapartar, til dømis teknisku deild og kommunalar stovnar, privatar fyritøkur og landsmyndugleikar, eitt nú politiið og sjúkrahúsverkið.

Starvið sum tilbúgvingarleiðari

Starvið sum tilbúgvingarleiðari er eitt samansett operativt- og fyrisitingarligt starv, har faklig viðurskifti, leiðsla og samskipan eru lyklaorðini.

Fakliga ábyrgdin

  • Toghalda fyri at viðurskifti, sum hava við váðametingina og tilbúgvingarætlanina hjá Fuglafjarðar kommunu at gera, verða viðlíkahildin og ment soleiðis at tilbúgvingin hjá kommununi allatíðina livir upp til krøvini í tilbúgvingarlógini.
  • Tryggja, at útbúgvingar og venjingarstøði hjá sløkkiliðsfólkunum er dagført og einum høgum fakligum støði samsvarandi váðametingini og galdandi lógarkrøvum.
  • Tryggja, at sløkkiliðsstøð og-bilar, umframt útgerð til sløkking og bjarging annars er í góðum standi.
  • Tryggja, at stovnar, skúlar og fyritøkur í Fuglafjarðar kommunu hava tilbúgvingarætlanir, sum eru dagførdar og á einum góðum støði.
  • Fyriskipað regluligar venjingar saman við sløkkiliðnum, rakstrarstøðum hjá kommununi, umframt skúlum og fyritøkum í kommununi, sum hava egintilbúgving.
  • Fyriskipað árligar venjingar saman við sløkkiliðnum og bjargingarfeløgum í grannakommunum.
  • Hava talgilt og manuelt eftirlit við brandpostum og hjartastartarum.
  • Luttaka í byggimálsviðgerð í ávísum málum saman við teknisku deild.

Leiðsluábyrgdin

  • Leiðari fyri øll starvsfólk, sum hava tilknýti til sløkkiliðið og í hesum sambandi eisini ábyrgdina av fyrisitingar- og fíggjarligum viðurskiftum við atliti at sløkkiliðnum.
  • Fastur limur í tilbúgvingarnevndini.
  • Leiða eitt skaðastað saman við umboðum fyri politiið og heilsuverki.

Samskipandi ábyrgdin

  • Samskipandi bindilið millum rakstrarstøð og fyrisiting hjá kommununi, tilbúgvingarnevnd og býráð í viðurskiftum, sum hava við tilbúgving at gera.
  • Samskipa evnisdagar um tilbúgvingarlig viðurskifti fyri starvsfólkum hjá kommununi og borgarum í kommununi.

Førleikakrøv til tilbúgvingarleiðaran

Umsøkjarar til starvið sum tilbúgvingarleiðari verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Fakligir førleikar

  • Útbúgving sum brunaumsjónarmaður m/k ella aðra viðkomandi útbúgving.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir innan brunateknisk og/ella tilbúgvingarlig viðurskifti.

Leiðsluførleikar

  • Útbúgving í átaksleiðslu kann vera eina fyrimunur.
  • Áhugað/ur í at útbúgva seg í átaksleiðslu, um ein ikki hevur tílíka útbúgving.
  • Viðkomandi leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur.
  • Hevur ein natúrligan myndugleika og jaligan atburð.
  • Hug og hegni, at leiða sløkkiliðsfólkini og at leiða gjøgnum aðrar leiðarar.

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Góð evni, at raðfesta og taka støðu, eisini í torførum brunatekniskum og tilbúgvingarligum viðurskiftum.
  • Er í sínari atferð í starvinum sjónlig/ur, opin og álítandi.
  • Góða likamliga og sálarliga heilsu.

Setanar- og lønartreytir

Starvið sum tilbúgvingarleiðari verður sett frá 1. januar 2021 at rokna. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avvarðandi sáttmála.

 

Umsóknir við prógvum, c.v., revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til info@fuglafjordur.fo Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. november 2020 kl. 12:00.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið sum tilbúgvingarleiðari, ert tú vælkomin at venda tær til Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093, ella Sonna á Horni, borgarstjóra, á telefon 238075.

PDF fýla HER