28.09.2022

Starvslýsing Til reingerð í Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í Fuglafjarðar skúla, at byrja eftir Heystferiuna.

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð í svimjihøllini og øðum hølum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi:

  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
  • Er álítandi og ágrýtin.
  • Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.
  • Kann arbeiða hóast skúlabørn og starvsfólk eru til staðar.
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fast starv og royndartíðin er 3 mðr. Talan er um teitt starv á 15-20 tímar um vikuna í dagtímum.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til: info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi Fríggjadagin 7.Okt kl 12.00.

 

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6. 
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.
Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og út- og umbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.

Starvslýsing sum PDF