04.04.2024

Reingerðarfólk til reingerð í Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í Fuglafjarðar skúla, at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð í skúlanum, hettar er bæði í nýggja barnaskúlanum, í framhaldsdeildini og 2004 skúlanum.

Skúlakøk, gongir, fimleikarhøll v/skiftingarrúmum, bókasavn o.a

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi:

· Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
· Er álítandi og ágrýtin.
· Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
· Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.
· Kann arbeiða hóast skúlabørn og starvsfólk eru til staðar.
· Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt fast starv sum er uppá 25-30 tímar um vikuna í dagtímunum. Tann, sum settur verur hevur 3 mðr. royndartíð.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsókn  

Søk starvið her: HER

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi Hósadagin 18.apríl 2024

 

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6. 

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.