16.12.2022

Starvslýsing -Starvsfólk til Mentanarhúsið

Mentanarhúsið søkir eftir starvsfólki, at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt áhugavert og avbjóðandi starv, við skiftandi uppgávum í livandi og spennandi umhvørvinum í Mentanarhúsinum.

Mentanarhúsið er karmur um alskyns mentanarligt virksemi, alt frá konsertum við m.ø. altjóða tónleikanøvnum, sangleikir, sjónleikir, hugnaløtur og veitslur.

Starvsfólkið í Mentanarhúsinum, hevur ábyrgdina av at skipa dagliga arbeiðið, frá handaligum arbeiði til at  fyrireika tiltøk, miðla tiltøk og veita eina góða tænastu til bæði mentanarfólk og vitjandi.

Mentanarhúsið miðar áhaldandi ímóti at vera ein virkin og týdningarmikil viðleikari á føroyska mentanarpallinum.

Vit bjóða 

  • Eitt mentanarligt umhvørvi.
  • Ein gerandisdag við støðugt skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
  • Møguleika saman við leiðaranum at mynda mentanarliga kalendarin.
  • Møguleika at mynda egið arbeiðið.

Vit vænta

  • Hevur áhuga fyri mentan
  • Ert fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða við fólki.
  • Hevur gott tøkniligt handalag.
  • Hevur góð samstarvs og samskiftisevni.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Megnar at skipa arbeiðið og ert húslig/ur og nærløgd/lagdur.
  • Ert tænastusinnað/ur.

Tað hevur týdning, at tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini og ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við mentanartiltøkum áður. Tað er ein fyrimunur at tú hevur áhuga ella royndir at arbeiða við ljóð og ljósútgerð

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna eisini um kvøld og vikuskifti.

Lønar og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og starvsfelagið.

Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin saman við CV og møguligum fylgiskjølum, skal sendast til okkara á info@fuglafjordur.fo í seinasta lagi mánadagin tann 16. januar 2023 kl. 12:00.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jónas Bloch Danielsen, leiðara í Mentanarhúsinum á tlf. 238070.

Um Mentanarhúsið
Síðani húsið varð tikið í nýtslu í juni 2002, hevur tað bjóðað eitt breitt úrvæl av mentanarligum tiltøkum. Vælumhugsaðu hølini gera húsið vælegna til bæði sjónleik, konsertir, framsýningar, rástevnur, móttøkur o.a.

Mentanarhúsið er ein virkin leikari á føroyska mentanarpallinum.

Lýsing sum pdf