Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til læknaviðtaluna í Fuglafirði.
Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð av hølunum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at viðkomandi:
• Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
• Er álítandi og ágrýtin.
• Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
• Er røkin og sær hvar tørvurin er.
• Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fast starv og royndartíðin er 3 mðr. Tímatalið er á 20tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er eftir kl 16.00.
Starvið verður sett 2. oktober 2023.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.
Umsókn kann sendast via Alfred.fo á leinkjuni: Alfred
Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA ¤ í støð 5 ¤ FO530 Fuglafjørður
tlf.: 668000 ¤ teldupostur: info@fuglafjordur.fo