28.10.2021

Starvslýsing – Reingerðarfólk til Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í Fuglafjarðar skúla til at byrja 1. desember 2021, ella skjótast til ber eftir hetta tíðspunkt.

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð í skúlanum; hettar er bæði í nýggja barnaskúlanum, í framhaldsdeildini og 2004 skúlanum; í hesum sambandi:

  • Skúlastovur.
  • Lærarastova.
  • Gongir.
  • Fimleikarhøll.
  • Onnur viðkomandi hølir við atliti at skúlanum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi persónur hevur hesar førleikar:

  • Royndir við reingerðararbeiði.
  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
  • Er álítandi og ágrýtin.
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fast starv og royndartíðin er 3 mánaðir. Tímatalið er ímillum 35-40 tímar pr. viku, og øll reingerð er í dagtímum.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til: info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. november 2021 kl. 12:00.

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6. 

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.

Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og út- og umbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.

 

Starvslýsing sum PDF