10.11.2020

Starvslýsing – Reingerðarfólk til Frítíðarskúlan Kambur

Vegna økt virksemi í reingerðingini, verður søkt eftir starvsfólkið til reingerð úti í frítíðarskúlanum Kambi, at byrja skjótast gjørligt.

Reingerðingin er eftir kl 17.00. Talan er um starv á 17,5 tímar aðru hvørja viku, og er fyribils til summar 2021.

Um starvið :

Starvið fevnur um alla reingerð á stovninum, so sum at,

  • Vaska borð, gólv, trappur o.a
  • Halda hurðar, listar, vindeygu o.a reint
  • Tøma skrellur
  • Spritta yvurflatur og hondtøk

Persónligir eginleikar :

Vit leggja dent á, at tú ert,

  • Er blíð/ur og fyrikomandi
  • Hjálpsom/hjálpsamur og møtur væl upp
  • Álítandi, ágrýtin og hevur góð samstarvs evni.

Umsókn og setanarviðurskiftir:

Tað er ein fyrimunur, at viðkomandi, sum verður settur hevur royndir innan reingerð, men hettar er ikki eitt krav. Viðkomandi, sum settur verður fær upplæring áðrenn byrja verður í starvinum.

Er tað tær vit leita eftir, set teg so niður og skriva nakrar reglur, um teg sjálva/n og send umsókn og cv á info@fuglafjordur.fo.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmálanum hjá KAF og Føroya arbeiðaraferlag.

Freistin, at søkja starvið er mándagin 23.nov kl 12.00.

Meira fæst, at vita, um starvið við, at venda sær til leiðarin Lindu á Horni á tlf 238094, ella á mail linda@fuglafjordur.fo

Starvslýsing Kambur