22.03.2022

Starvslýsing : Reingerðarfólk til dagstovnin Stropan

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð á dagstovninum Stropanum, at byrja skjótast tilber.

Um starvið

Talan er um fast starv 13,5 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er aftaná kl 17.00, tá ið stovnurin letur aftur.

Tað eru tvey starvsfólk, sum hava ábyrgd av allari dagligari reingerð á stovninum. Í dag er arbeiðið skipað soleiðis, starvsfólkini hava ábyrgdina av hvør sínari helvt.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi hevur hesar førleikar :

  • Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur

Setanar- og lønarviðurskiftir

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF. Av tí at talan er um eitt fast starv, er royndartíðin sambært sáttmálanum trýggjar mánaðir.

Fleiri upplýsingar um starvið

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin, at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til :

Fuglafjarðar kommunu
Í Støð 5
530 Fuglafjørður

 

Ella við telduposti til : info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið  1.apríl 2022 kl 12.00.