20.02.2023

Starvslýsing: námsfrøðingur til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingi til vøggustovu at arbeiða 35 tímar um vikuna.
  • Starvið verður sett 13. mars ella eftir nærri avtalu.
  • Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og leggur dent á gott samstarv
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fyri at verða settur í starv, skal umsøkjari hava reina barnaváttan.

Meira fæst at vita um starvið:

Vilt tú vita meira um stovnin og starvið,  kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 6. mars 2023.

Lýsing sum PDF