Søkt verður eftir:
- Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 35 tímar um vikuna at byrja 1. mai 2022 ella eftir nærri avtalu. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
- Einum varaleiðara.
Uppgávan sum varaleiðari er normera til 5 tímar um vikuna. Vit vænta at varaleiðarin:
- Hevur hug og áræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- Hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
- Við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur áræði at skapa ein fjølroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag
Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur og eisini røkir námsfrøðiligt arbeiði á eini stovu. Sami umsøkjari kann søkja bæði størvini.
Hvørji eru vit:
- Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum
- ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- ið samskiftir týðiligt og leggur dent á gott samstarv
- ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Royndir við Karlstad og tekn til talu kann vera ein fyrimunur
- ið er eldhugað og konstruktivt
- ið sær møguleikar fram um avmarkingar
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
- sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi
Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til:
Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður
ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er hósdagin 7. apríl 2022.