Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?
Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?
Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið vilja verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.
Stropin er ein dagstovnur ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár, sum byrjaði sítt virksemi í september 2012. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.
Á stovninum arbeiða vit millum annað við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Harafturat leggja vit í gerandisdegnum stóran dent á motoriska menning og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.
Vit sóknast eftir:
Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.
Vit bjóða tvey áhugaverd størv á 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingum og eitt tíðaravmarkað starv á 30 tímar viku ætlað námsfrøðingi frá 3. januar - 15. juli 2022.
Setanarviðurskifti:
Størvini vera sett mánadagin 3. januar 2022 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Fríggjadagin 17. desember 2021
Fuglafjarðar kommuna Í støð 5 Fo-530 Fuglafjørður Ella info@fuglafjordur.fo |
Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 |