03.12.2021

Starvslýsing: Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?

Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið vilja verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin er ein dagstovnur ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár, sum byrjaði sítt virksemi í september 2012. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit millum annað við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Harafturat leggja vit í gerandisdegnum stóran dent á motoriska menning og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Vit bjóða tvey áhugaverd størv á 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingum og eitt tíðaravmarkað starv á 30 tímar viku ætlað námsfrøðingi frá 3. januar - 15. juli 2022.

Setanarviðurskifti:

Størvini vera sett mánadagin 3. januar 2022 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Fríggjadagin 17. desember 2021

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo
Meira fæst at vita um størvini
og um stovnin við at venda sær
til Annu Joensen, leiðara á tlf.
238041

 

Umsøkn sum PDF