09.06.2022

Starvslýsing: námsfrøðingar til dagstovnin Kamb á Kambsdali

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir námsfrøðingum til dagstovnin Kamb á Kambsdali, ið hava hegnið og dirvið at seta dagsskránna fyri 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn, at byrja 8. august 2022, ella eftir nærri avtalu.

Um dagstovnin Kamb

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á Kambi eru 8 starvsfólk og tað er pláss fyri 60 børnum.

Søkt verður eftir:

  • námsfrøðingum at arbeiða 30 og 40 tímar, broytingar í tímatalinum kunnu møguliga gerast í samráð við leiðaran.

Vit sóknast eftir starvsfólki

  • Sum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum.
  • Sum er álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.
  • Sum er jalig/ur og hevur hug og hegni at samstarva bæði við starvsfelagar, foreldur og børn.
  • Sum sær møguleikar, ið náttúran hevur at bjóða og sum hevur hug og hegni at brúka hesar møguleikar í arbeiðinum.
  • Sum dámar væl at luttaka í uttandura virksemi.
  • Sær møguleikar fram um forðingar.

Vit leggja dent á, at starvsfólkið:

  • Virðir tað einstaka barnið.
  • Møtir barninum, har tað er.
  • Eru áhuga at arbeiða við málmenning.
  • Eru týðilig og góð at samstarva.
  • Hevur hug og hegni at skapa karmar, har børn kunnu brúka teirra hugflog og skapandi evnir bæði innandura og uttandura, úti í náttúruni.
  • Hevur hug og hegni at skapa álit, trivnað og tryggleika bæði fyri børn og foreldur.
  • Kemur við nýhugsan og ígongdsetan.
  • Má tola møguligar broytingar i starvsinnihaldinum.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin. Talan er um eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).

Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan. Sambart Løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag í tíðsrúminum kl. 07:15 – 17:00.

Um eingin námsfrøðingur søkir, so verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv.

Meira fæst at vita um størvini:

Vilt tú vita meira um størvini og stovnin, kanst tú seta teg í samband við leiðaran á Kambi, Bjørghild Arnholdtsdóttir, telefon: 238092.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvi, CV, og møguligum viðmæli/um, skal sendast til kommunuskrivstovuna, Í Støð 5, 530 Fuglafjørður, ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. juni 2022