12.05.2021

Starvslýsing: námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.
  • Einum námsfrøðingi á 30 tímar um vikuna at arbeiða við sertørvi á barnagarðsstovu.
  • Størvini eru til setan 9. august 2021, ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum.
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ið vil arbeiða eftir okkara námsætlan.
  • ið er týðiligt í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið er eldhuga og konstruktivt.
  • ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • áhugavert, avbjóðandi starv.
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini:

Vilt tú vita meira um stovnin og størvini,  kanst tú seta teg í samband leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Í støð 5, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 7. juni  2021.  Setanarsamrøður verða í viku 24-25.

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5, 530 Fuglafjørður
info@fuglafjordur.fo

 

Umsøkn sum pdf