Søkt verður eftir:
- Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 25 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2022.
- Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 30 tímar um vikuna at byrja 1. desembur 2021.
Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Hvørji eru vit:
- Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum.
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- ið er sinnað at arbeiða eftir okkara námsætlan.
- ið er týðiligt í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
- ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Royndir við Karlstad og tekn til talu kann vera ein fyrimunur.
- ið er eldhugað og konstruktivt.
- ið sær møguleikar fram um mørk.
Vit kunnu bjóða tær:
- áhugavert og avbjóðandi starv.
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
- sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi.
Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Í støð 5, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. november 2021. Setanarsamrøður verða í viku 46.
Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5, 530 Fuglafjørður
info@fuglafjordur.fo