Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingum, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.
- Føstum avloysara, at starvast 25 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast. Sum fastur avloysari røkir tú fjølbroyttar uppgávur í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l. Leiðslan leggur arbeiðsætlan. Tó er týdningarmikið, at megna broytingar við stuttum skotbrái.
- Størvini eru til setan 5. august 2024, ella eftir nærri avtalu.
- Námsfrøðislesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.
- Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Um dagstovnin og frítíðarskúlin Kamb:
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.
Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.
Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
- Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum
- Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
- Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
- Dámar væl at hava virksemi uttandura
- Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
- Sær møguleikar fram um forðingar
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin
- Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga
Setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðin er mánadag–fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsóknir:
Søk starvið her (alfred.fo)
Umsóknarfreistin er sunnudagin 9. juni 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tanju Simonsen á tlf. 238092, ella frifugl@fuglafjordur.fo